02-05-2023

Søkt verður eftir lærarum at byrja í august 2023

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2023

Søkt verður eftir:

Lærara at undirvísa í rytmiskum og klassiskum slagverki og samanspæli 5,5 tímar um vikuna í Norðljómi, 4 tímar um vikuna í Nes Sóknar Musikkskúla, 4 tímar um vikuna í Norðstreymoyar Musikkskúla.

Lærara at undirvísa í elbassi og rytmiskum samanspæli 8 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla, 7 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla, 3 tímar um vikuna í Nes Sóknar Musikkskúla og 1 tíma um vikuna í Sandoyar Musikkskúla.

Lærara at hava klassiskt klaverfylgispæl við næmingum 8 tímar um vikuna í musikkskúlaskipanini.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í cello og samanspæli 10 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í klaveri 6 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at hava musikkspælistovu 3 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í tónleikaframleiðslu 10 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í fagott og samanspæli 4 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í klaveri 5,5 tímar um vikuna í Norðstreymoyar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í klaveri 6 tímar um vikuna í Norðljómi.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í gittara og rytmiskum samanspæli 5 tímar um vikuna í Fuglafjarðar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í klaveri 12 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa skúlaflokkum í sangi 6 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í blokkfloytu og træblásiljóðførum 6 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vági.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í tvørfloytu og samanspæli 6 tímar um vikuna í Sandoyar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í klaveri 10 tímar um vikuna í Eysturkommunu Tónlistaskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í djúpum messingljóðførum og samanspæli 3 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vágum og 5 tímar um vikuna í Klaksvíkar Tónlistaskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at leiða kór í rytmiskum tónleiki 2 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Meira fæst at vita hjá Martini Mouritsen, tlf 216462 martin@uvs.fo

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag.
Umsóknarfreist: 19. mai 2023.
Umsókn við prógvi og viðkomandi skjølum skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya
att: Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri
Hoyvíksvegur 72, Box 9, FO 110 Tórshavn
martin@uvs.fo  tlf 216462
www.musikkskulin.fo