16-02-2005

120 næmingar fáa prógv

Nú um dagarnar fáa teir næmingar, ið vóru til roynd í ljóðførisspæli í november 2004, prógvini handaði. Royndir vóru hildnar í Havn, Klaksvík og í Vágum og næmingar úr øllum landinum luttóku. Talan er um enska metingarstovnin Associated Board of The Royal Schools of Music, sum ger metingar og eksaminerar próvtøkur um allan heimin eftir nærri ásettum metingarstigi. Hesar royndir eru á hvørjum ári í Føroyum, og Musikkskúlaskipanin skipar fyri.