03-06-2006
16 til roynd í teori 5
Leygardagin 17. juni 2006 fara 16 næmingar til roynd í skrivligari musikkteori á 5. stigi ella hægri. Talan er um teoriroyndir á enskum hjá “Associated Board of The Royal Schools of Music”. Hetta bendir á, at nógvir næmingar ætla at fara til roynd í ljóðførisspæli á teimum hægru stigunum í november 2006.
Ein skal hava staðið teori á 5. stigi áðrenn ein kann melda til ljóðførisroynd hægri enn á 5. stigi.
Tilmeldingin til ljóðførisroyndir verður úti tann 22. september, og royndirnar verða seinnu hálvu í november 2006.