07-12-2006

19. des ásettur frídagur

Skúlaárið í musikkskúlanum fylgir fólkaskúlanum. Í rundskrivi stendur, at í skúlaárinum 2006/2007 verða 2 dagar til taks, ið skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídagar. Av tí at fólkaskúlarnir runt landið leggja frídagin ymiskar dagar, kann tað elva til trupulleikar í undirvísingini hjá musikkskúlalærarum.

Vit áseta tí, at tann fyrri felags frídagurin verður týsdagin 19.desember 2006 og at hin seinni verður fríggjadagin 18.mai 2007. Um ein skúli heldur vil nýta annan frídag, kunnu lærari og leiðari á staðnum gera avtalu um tað. Rundskrivið í fullari longd sæst á høgra bredda "frídagar 2006/2007".

Rundskriv um fridagar 2006/2007