17-12-2018

7 tímar lýstir leysir at søkja

7 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla verða lýstir leysir at søkja.

Søkt verður eftir lærara sum dugir at undirvísa børnum og at hava tónleik í samstarvi við fólkaskúlar. Ætlanin er, at undirvíst verður í bólkum og í flokkum.

Lærarin skal hava førleikar at hava tónleik og sang, og at hava kór og orkestur.

Setanartíðarskeiðið verður frá 7. januar til 27. juni 2019.

Umsóknarfreist:3. januar 2019.

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag. Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya
att: Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri

Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn
martin@mmr.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo