Allir næmingar fáa støðumet.
Støðumet 2014/2015.
Allir næmingar skulu til støðumeting, helst í tíðarskeiðinum februar - apríl 2015.
Eitt støðumet er ein meting umstøðuna hjá næmingi ávísa tíð.
Endamálið er at motivera næmingin.
Lærarin skipar sjálvur støðumeting av egnum næmingum. Ein annar lærari er censor og sigur okkurt konstruktivt. Afturmeldingin kann vera munnlig ella skrivlig og verður givin beinanvegin.
Mannagongd.
Lærarin sigur næminginum frá umleið ein mánaða áðrenn, og vanliga spælir næmingurin í minsta lagi:
2 stykki ið hava hvørt sítt lyndiseyðkenni (karakter).
1 venjingarstykki (etude) ella aðra venjing.
Tónastiga og tríljóm uttanat. Ein ella fleiri.
Blaðspæl á hóskandi torleikastigi. Í minsta lagi nakrar fáar tónar, við ella uttan rytmu.
Næmingur kann eisini improvisera.
Næmingar sum taka ABRSM-roynd, skulu ikki til hesa støðumeting.
Heldur ikki næmingar á Musikkskúlamiðnámi.
Tú ert vælkomin at venda tær til mín.
Martin Mouritsen