22-10-2008

Eingi kopi til royndir

Avrit av nótum kunnu ikki nýtast á royndum hjá ABRSM. Metir próvdómarin at tú hevur nýtt kopi, fært tú ikki úrslitið av royndini at vita.

Gjaldið verður ikki endurrinda í hesum sambandi.

Tað er tó loyvt at nýta kopi av nótum fyri at sleppa undan at blaða.

1-2-3 Fyrireiking

1) Áðrenn royndina skalt tú sjálv/ur avgera í hvørjari raðfylgju tú vilt spæla stykkini. Tú skalt skriva á ein lepa t.d B1, C3, A2 og geva próvdómaranum lepan.

2) Avger frammanundan um tú vilt spæla tónastigar fyrst ella stykkini fyrst.

3) Sig frá um tulkur skal vera inni ella ikki. Tulkurin hjálpir í teimum støðum tað er neyðug, og umsetir ikki alt.

Martin Mouritsen