09-12-2006

Flestu lærarar undirvísa í juni 2006

Musikkskúlin fylgir fólkaskúlaárinum, men fyri at kunna nýta arbeiðstíðina betur, er møguleiki hjá lærara og leiðslu sambært sáttmála at gera avtalu um at skipa arbeiðstíðina soleiðis at tímar verða fluttir frá juni til aðrar tíðir í sama skúlaári. Tað vil siga at øll arbeiðstíðin kann avgreiðast áðrenn juni 2006.

Hesin møguleiki er íkomin fyri at arbeiðsorkan kann gagnnýtast á bestan hátt.

Freistin hjá lærarum at gera avtalu við leiðaran á staðnum um flyting av arbeiðstíð fyri juni 2006 var hin 1. november 2005. Avtalan skal síðan góðkennast.

Níggju lærarar hava nýtt møguleikan.

Eru næmingar ella foreldur í iva um nær undirvísingin heldur uppat, ber altíð til at seta seg í samband við Martin Mouritsen.

Yvirlit yvir skúlaárið 2005/2006 finnur tú eisini her.

Oyðublað og leiðreglur viðvíkjandi avtalu hjá lærarum liggja undir "skjøl".

Mannagongd og umsóknarblað um farloyvi liggur somuleiðis undir "skjøl".