Musikkskúlin   /   Kunning   /   Floytuskeið
21-02-2007

Floytuskeið

Mikudagin 21. og hósdagin 22. februar verður floytuskeið hildið á Tórshavnar Musikkskúla.

Tað er solofloytuleikarin í Malmø Symfoniorkestur Malin Nordløf, sum fer at undirvísa føroyskum floytu-næmingum. Undirvísingin verður skipað sum samanspæl, har floytunæmingar úr øllum landinum fara at spæla saman, harafturat verður undirvísingin eisini skipað sum Master Class, har framkomnir næmingar fáa undirvísing, meðan ein hópur av øðrum næmingum lýða á.
Tað eru floytulærararnir, Bernharður Wilkinson, Katja Volovelskaja, Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð, Súsanna Joensen, Otniel Nygaard og Andrea Heindriksdóttir, sum saman við Tórshavnar Musikkskúla skipa fyri skeiðnum.
Skeiðið endar við konsert hóskvøldið. Hendan verður í Skálanum í Tórshavnar Kommunuskúla kl. 20.00.

© Jákup Mørk - Sosialurin