17-07-2008

Føroyar í EMU

Í apríl mánaði var Martin Mouritsen á aðalfundi hjá “European Music School Union” í Bruxelles. Á fundinum skuldu EMU limalondini við atkvøðugreiðslu taka støðu til um Føroyar kundu fáa atlimaskap.

Tað varð einmælt samtykt at Føroyar frá 1.juni 2008 hava eygleiðarastøðu við talurætti og ongum atkvøðurætti.

Hetta merkir at Føroyar fáa somu kunning sum øll limalond í EMU, og at Føroyar kunnu vera við á fundum og fáa innlit í øll mál.

Størsta týdningin fær helst tað stóra netverkið og tey persónligu sambondini.

Føroyar eru fyrsta sjálvstýrandi landið, sum ríkisrættarliga er partur av øðrum landi, sum fær atlimaskap í EMU. Ein grundgeving fyri serstøðuni er, at Føroyar, sum kunnugt, hava egnu mentan, lógir og mentanarpolitikk.

Felagið hjá donskum musikkskúlum “DAMUSA”, við Jens Bloch, formanni, stuðlaði føroysku umsóknini.

Í EMU eru 4 miljónir næmingar og 150.000 lærarar í 6000 musikkskúlum í 26 europeiskum londum.

EMU heimasíða:
http://www.musicschoolunion.eu/

EMU limalisti:
http://www.musicschoolunion.eu/index.php?id=28