Føroyingar í Orkester Norden
Tveir føroyingar eru millum teir 100 tónleikararnar í symfoniorkestrinum Orkester Norden 2006.
Rúni Kallsoy Mouritsen og Dávur Juul Magnussen hava kvalifiserað seg at vera við í hópinum, sum fer at hava konsertir í juli mánað í Zagreb í Kroatia, Portoroz og Ljubliana í Slovenia, Stokholm og Malmø í Svøríki. Í november spælir orkestrið í Berlin og Munchen á “Europamusicale” festivalinum og enda verður við einari konsert í Kekkia. Venjingarnar verða hildnar í Malmø í tíggju dagar, og beint eftir verður farið á konsertferð.
Dirigentur er russiski Vasily Petrenko og violinsolistur er Mikkel Futtrup. Á Skránni er Romeo og Julie eftir Sergei Prokofiev, Planetirnar hjá Gustav Holst, Violinkonsertin hjá Carl Nielsen og eitt nýtt verk ” Fear and Hope” hjá svianum Marie Samuelsen. Átta instruktørar eru knýttir at verkætlanini og teir eru allir av fremstu tónleikalærarum í norðurlondum.
Rúni Kallsoy Mouritsen gongur á fyrsta ári á klassiska konservatoriinum ”Det Kgl danske Musikkonservatorium” í Keypmannahavn, og Dávur Juul Magnussen byrjar í heyst á ”Royal Scottish Academy of Music and Drama” í Glasgow. Rúni spælir klassiskt percussion ella slagverk tvs. trummur, paukur, marimba, xylofon, cymbals og onnur rytmuljóðføri. Dávur spælir trombon.
Í Orkester Norden eru 100 av teimum bestu ungu klassisku tónleikarunum í norðurlondum og koma tey flestu frá konservatoriunum. Tónleikararnir verða valdir eftir kappingar, sum verða hildnar í teimum størru býunum í Finnlandi, Norra, Danmark, Íslandi og Svøríki. Hendan stóra verkætlan hevur verið á hvørjum árið síðan 1993 og tað er Norsk Musikråd, Svenska Rikskonserter, Lions Club, Jeunesses Musicales International og Norðurlendska Konservatoriiráðið sum skipa fyri. Tí fíggjarliga partinum taka Nordisk Investment Bank, Nomus og Norðurlandaráðið sær av.
Orkestrið hevur heimasíðu: www.orkesternorden.se
(c)www.musikkskulin.fo