26-04-2005

Frá ráðstevnu oktober 2004

Grein av alnótini
News Item: : Sakna samskipan millum skúlar
(Category: SAMSKIFTI/MENTAN/UNDIRHALD)
Posted by tyril
[26 Oct 2004 / 09:47]
Musikkskúlalærarar úti á bygd eru ofta illa fyri hvat viðvíkur arbeiðsumstøðum -- men hetta kann bøtast við hjálp av betri samskipan og samstarvi við millum annað Fólkaskúlan.
Búi Tyril
Tann føroyska Musikkskúla skipanin er góð, men nú hon fyllir 20 ár eru nakrar dagføringar kortini neyðugar, dagføringar sum ikki minst snúgva seg um samstarvið millum Musikkskúlan og aðrar skúlar og eina miðvísa og heildarliga hugsan á hesum øki. Hetta tykist ganga aftur sum ein reyður tráður tá vit tosa við musikklærarar aftan á ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum 22. og 23. oktober um evnið.
Ein av hesum musikklærarum er Atli Petersen, sum í nøkur ár hevur búð og undirvíst í Vestmanna. Hann fegnaðist um ráðstevnuna og menningina í Musikkskúlanum, men samstundis duldi hann ikki fyri sínari hugsan at nógv er at tríva í, um vit vilja betra skipanina.
»Tað kom sterkt fram á ráðstevnuni at summi ting hjá okkum eru rættiliga framkomin,« segði Atli Petersen, og vísti til tær tónleika framførslur sum settu dám á millum fyrilestrar undir ráðstevnuni. »Eg haldi fólk vóru ovfarin av tí professionella stignum og tí stóru enthusiasmuni millum okkara ungu næmingar. Tað vísti at vit hava eina skipan sum virkar, hóast alt. Hinvegin er heldur eingin ivi um at ein dagføring er neyðug; tað haldi tey flestu eisini vóru samd um.«
Skúlarætt í fleiri ættir
Tað sum Atli Petersen og fleiri við honum eftirlýsa er eitt meira skipað samstarv millum Musikkskúlan og aðrar stovnar, ikki minst Fólkaskúlan. Veruleikin í tílíkum samstarvi hevur í áravís mint musikklærarar á at teir hava eina sárbara støðu í samanhanginum, við arbeiðsumstøðum sum eru munandi verri enn tær hjá vanligum lærarum.
»Vit sum arbeiða aðrastaðni enn í Havn og eru blivin meir ella minni fast inventar í Fólkaskúlanum, nógv av okkum kenna næstan at vit ikki eiga nøkur rættindi,« segði Atli Petersen, og vísti á kombinatiónsstørv sum ein veg at bøta um hetta. Samstundis eftirlýsti hann eina betri samskipan við lokalar skúlaleiðslur fyri arbeiðið hjá musikklærarum, serliga teimum sum starvast úti á bygd.
»Kombinatiónsstørv høvdu kunnað gjørt tað lættari; her ganga jú einir 10-15 lærarar og mala í skúlatíðini og taka næmingar úr aðrari undirvísing… Vit liva upp á vælvild hjá stjóranum á staðnum, og hendan hevur tíbetur verið til staðar. Men trupulleikin er framvegis har: tú hevur ein bólk av musikklærarum sum ikki hava nakran sjálvskrivaðan rætt og sum mugu standa skúlarætt fyri bæði lokalum leiðslum og sínari egnu leiðslu… Vit hava fleirdupultar kommandolinjur at dragast við, og tað kann vera rættiliga strævið í gerandisdegnum.«
»Ráðstevnan var avgjørt eitt postivt tiltak upp á allar mátar, og eg hugsi hon gjørdi sítt til at hjálpa okkum musikklærarum at definera okkum sum bólk, sum Martin Mouritsen jú vísti á… Vit fingu jú eisini nógv innlit í hvussu tingini fungera í grannalondum. Eg skilti eisini á lagnum at okkurt nýtt er í umbúna hjá okkum júst hvat viðvíkur kombinatiónum í starvssetanum, soleiðis at millumrokningar kunnu ganga via Mentamálaráðið. Tað er sjálvandi gleðiligt at nakað hendir á hesum øki; tí her er sum sagt nógv at tríva í… «
»Tað er eisini ein spurningur um hvussu markið millum sang og tónleik skal setast í praksis, tí sangur hevði kanska í nógvum førum kunnað sorterað undir Fólkaskúlanum, og kundi verðið fíggjaður tann vegin; og vit áttu at kunnað keypt og selt tænastur millum stovnar, eins og norðmenn gera.«
»Á nógvum plássum er tað ein trupulleiki at verulig leiðsla manglar, og tílíkt er ógvuliga torført at fyrihalda seg til starvsliga. Eitt annað, sum ikki kom fram á stevnuni og sum kanska heldur ikki hoyrdi heima har, er hetta at musikklærarar í Føroyum verða fluttir runt í heilum… Hetta er sera frustrerandi tá tú roynir at byggja nakað upp, tað tekur jú tíð; og tá tú livir teg inn í arbeiðið so vilt tú ikki sleppa tínum næmingum upp á fjall heldur, men tað er júst tað sum hendir…«
--------------------------------------------------------------------------------
This news item is from PRnewsMedia.com