21-09-2006

Freistin er úti 22. september

Royndir verða í november 2006. Tilmeldingargjald skal vera goldið 22.september.

Næmingar tekna seg sjálvbodnir, og støðutakan eigur at verða tikin í samráð við lærara.
Próvdómari frá enska metingarstovninum The Associated Board of the Royal Schools of Music í London kemur higar, og tulkur er til staðar.

Endamál
Royndirnar geva næmingi møguleika at seta sær ávegis mál, og at fáa eina meting eftir altjóða stigi.

Prógv verður givið, tá ið royndin er staðin.

Ummæli
Preparatory Test er ein roynd fyri yngri byrjarar, ið hava lært einar 9 mánaðir. Skrivligt viðmæli/ummæli fæst beinanvegin.
Performance Assessment er fyri tónleikarar eldri enn 20 ár, bæði byrjarar og yrkisleikarar, sum ynskja eitt óheft professionelt ummæli beinanvegin, og eina samrøðu við próvdómaran.

Próvroyndir á stigunum 1, 2, 3, 4, og 5 eru skipaðar soleiðis:
• Næmingurin spælir trý sjálvvald stykkir av ABRSM lista, ið hann hevur lært seg frammanundan
• Næmingurin spælir teir tónastigar (skalair) og tríljómar (arpeggios), sum standa í ABRSM skránni
• Næmingurin spælir eitt stutt stykki, sum hann ikki hevur sæð frammanundan
• Ein partur av royndini fevnir um hoyrilæru. Næmingurin murrar ella syngur eina endurtøku og verður biðin at klappa antin puls ella melodirytmu. Frá 4. stigi syngur hann/hon nakrar tónar eftir nótum - á hægri stigum aðra av tveimum røddum frá blaðnum.

Miðnám á 6., 7. og 8. stigi
Royndirnar á stigunum 6-8 eru ájavnar miðnámsstigi. Fyri at melda til roynd á ljóðføri ella í sangi hægri enn á 5. stigi, skal skrivlig teoriroynd á 5. stigi vera staðin.

Teoriroyndir
Skrivligar royndir í musikkteori eru tríggjar ferðir um árið, í mars, juni og november. Royndirnar eru á enskum og undirvísingartilfarið somuleiðis.

Omanfyri 8.stig
Próvtøkurnar Diploma og Licentiate svara til ávikavist 1. og 3. ár á musikkkonservatorii, og Fellowship svarar til eina loknað konservatoriiútbúgving. Áttanda stig skal vera staðið áðrenn ein kann melda til – ella skal vísast til samsvarandi førleika.