Frídagar í 2011/2012
Musikkskúlin fylgir fólkaskúlaárinum. Tó eru 3 frídagar ið skúlarnir leggja sjálvir. í musikkskúlanum verða hesir frídagar týsdagin 3. januar, mikudagin 4. januar og hósdagin 5. januar 2012.
Rundskriv um frítíð og frídagar í fólkaskúlanum
skúlaárið 2011/2012
Summarfrítíð: fríggjadagin 24. juni –sunnudagin 14. august
Heystfrítíð: leygardagin 8. oktober - sunnudagin 16. oktober
Jólafrítíð: leygardagin 17. desember – hósdagin 5. januar
Páskafrítíð: leygardagin 31. mars –týsdagin 10. apríl
Flaggdagur: mikudagin 25. apríl
Dýri Biðidagur: fríggjadagin 4. mai
Kr. Himmalsfarardagur: hósdagin 17. mai
Hvítusunnufrítíð: leygardagin 26. mai - mánadagin 28. mai
Grundlógardagur: týsdagin 5. juni
Summarfrítíð: fríggjadagin 29. juni - sunnudagin 19. august
Allir nevndu dagar vera roknaðir sum frídagar.
Árliga skúladagatalið er 198 dagar. Í skúlaárinum 2011/2012 verða tríggir dagar til taks, ið
skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídagar.
Loyvt verður skúlum í samráð við skúlastýrið at leggja 1 viku til vertrafrí í skúlaárinum. Hetta
skal verða gjørt soleiðis, at teir tríggir dagarnir, ið eru til taks, og tveir frídagar frá
dymbildagavikuni, verða nýttir til vetrarfrítíðina.
Skrivliga próvtøkan byrjar mánadagin 14. mai og endar týsdagin 22. mai 2012. Munnligu
próvtøkurnar verða í tíðarskeiðinum frá mánadegnum 11. juni til hósdagin 28. juni 2012, báðir
dagar íroknaðir.
Landsroyndirnar í 4. flokki eru mánadagin 12. mars og týsdagin 13. mars 2012.
Landsroyndirnar í 6. flokki byrja mikudagin 14. mars og enda fríggjadagin 16. mars 2012.
Eingir frídagar verða lagdir teir dagar, ið eru settir til skrivliga ella munnliga próvtøku,
landsroyndir ella í praktikktíðarskeiðinum hjá skúlunum.
Gjørt verður vart við, at lærararnir skulu verða tøkir eina viku fyri skúlaársbyrjan, tað er
mánadagin 13. august 2012.
Mentamálaráðið
Olaus Jespersen
deildarstjóri