05-11-2014

Frítíð og frídagar 2015/2016.

Frítíð og frídagar í musikkskúlanum 2015/2016.

198 skúladagar eru í árinum.

Mánadagurin 4. januar og týsdagurin 5. januar 2016 verða teir tveir frídagarnir sum vit sjálvi skulu leggja. Um lærari ella skúli heldur vilja brúka aðrar dagar, ber til at gera avtalu um tað. Skúlaárið byrjar mánadagin 17. august 2015.

Allir nevndu dagar vera roknaðir sum frídagar.

Heystfrítíð: leygardagin 10. oktober - sunnudagin 18. oktober

Jólafrítíð: leygardagin 19. december  - týsdagin 5. januar (mánadagurin og týsdagurin eru eyka frídagar)

Páskafrítíð: leygardagin 19. mars – mánadagin 28. mars

Dýri Biðidagur: fríggjadagin 22. apríl

Flaggdagur: mánadagur 25. apríl

Kr Himmalfarardagur: hósdagin 5. mai

Hvítusunnufrítíð: leygardagin 14. mai – mánadagin 16. mai

Grundlógardagur: sunnudagur  5. juni

Summarfrítíð: leygardagin 25. juni – sunnudagin 14. august

Gev gætur: lærarar hava møguleika at flyta arbeiðstíð frá juni til aðra tíð í skúlaárinum. Tí endar skúlaárið hjá summum 1. juni 2016.

Martin Mouritsen