19-03-2009

Gittarkonsert við Alva Joensen

Í hesi vikuni verða gittarkonsertir við tí unga gittarleikarunum Alva Joensen úr Gøtu.

Hann fer at framføra í Listaskálanum í Tórshavn hóskvøldið 19. mars  kl. 19.30 og í Gøtu kirkju leygardagin 21. mars kl. 16.00.

Alvi byrjaði tónleikaligu útbúgving sína í Musikkskúlanum í Gøtu hjá Magnusi Jacobsen. Har leikti hann eitt skifti og søkti so inn á Muskkskúla Miðnám í Tórshavn, ið er eitt serstakt tilboð til evnaríkar føroyskar tónleikarar.

Hann er næmingur hjá gittarleikarinum Ólavi Jakobsen og verður Alvi liðugur við skúlagongd sína har næsta summar.

Alvi Joensen er ikki heilt ókendur sum gittarleikari, hóast hann bert er 18 ára gamal. Hann hevur longu víst síni serstøku evni og hevur vunnið 1. virðisløn í tónleikakappingini hjá Berlingske Tidende.

Hann var eisini solistur við Føroya Symfoniorkestri á Jólakonsertum teirra í Runavík og í Ítróttarhøllini á Nabb í 2007, har ið hann framførdi brot út Gittarkonsert hjá spanska tónaskaldinum Joaquin Rodrigo.

Eisini hevur hann verið at sæð á skýggjanum í Kringvarpinum, tá ið ung tónleikatalent hava framført í sendingini “Ung spæla klassiskt”

Umframt dagligu skúlagongdina á Musikkskúla Miðnámi, hevur Alvi longu verið uttanlands og nomið sær lærdóm. Hann var í fjør summar á master-class í Dartington í Onglandi, har ið enski gittarleikarin Julian Byzantine, legði honum lag á.

Nú traðkar Alvi Joensen sjálvur fram sum gittarsolistur.

Á skránni hevur hann sera spennandi spanskan og suður-amerikanskan tónleik eftir m.a. Villa-Lobos og Tarrega, men gomlu meistararnir úr barokktíðini, Weiss og Bach, eru sjálvandi eisini við.

Konsertin varir slakan tíma uttan steðg. Ókeypis atgongd er til báðar konsertirnar.

Konsertir:

 

  • Hóskvøldið 19. mars kl. 19.30 í Listaskálanum, Tórshavn 
  • Leygardagin 21. mars kl. 16.00  í Gøtu kirkju