16-10-2008
Hagtøl - Musikkskúlaskipanin
Tvær talvur við hagtølum yvir musikkskúlaskipanina vísa hvørjum verður undirvíst í hvar. Í uppgerðini ber til at síggja yvirlit býtt á næmingatal, ljóðførisgrein, ár, kyn, aldur - og allar hesar samansetingar í ymsu musikkskúlunum.
Skúlaárið 2007/2008 vóru 2080 einstaklingar tilmeldaðir.
Virksemis-næmingatalið var 2992. Í virksemistalinum eru næmingar taldir við aftur tá teir møta fleiri ferðir um vikuna t.d til orkestur, samanspæl, teori og hoyrilæru.
Leinkjur til Hagstovu Føroya:
Býti:: musikkskúlar, ljóðførisgrein og ár
Býti: ljóðførisbólk, aldur og kyn
Hevur tú onkran spurning, kanst tú seta teg í samband við Martin Mouritsen, leiðara á musikkskúlaskipanini.