16-10-2004
Hoyrilæra og teori á netinum
Í musikkskúlanum verður undirvíst í musikkteori og hoyrilæru, men til ber eisini at lesa og at venja hesi fakini á netinum. Tú kanst lurta, svara og skriva á leinkjuni hjá Ricci Adams. Vegleiðingin er skipað við dømum og venjingum soleiðis at tú fært greiðu á intervallum, akkordum og tónastigum.
Havast skal í huga at heiti og hugtøk eru ensk og at í flestu førum er neyðugt at duga tey á norðurlendskum og føroyskum eisini, men tað forðar ikki at duga ensku heitini.
Leinkjan liggur undir "slóðir" á heimasíðuni hjá musikkskúlaskipanini.