20-05-2006

Jaligar kommunur

Útlit eru fyri at kommunur eisini vilja økja tímatalið til musikkskúla og at einir 570 nýggir næmingar kunnu byrja í musikkskúla heystið 2006. Landsins partur til musikkskúlaskipanina hækkaði so mikið í mai mánaði, at veruligir vakstrarmøguleikar liggja fyri framman.

Land og kommunur helvtarbýta læraralønir, og tí er neyðugt at kommunur eisini hækka sína játtan. Tað er so, at kommunur avgera sjálvar um tær hava musikkskúla og hvussu stórur hann er.

Tímabýtið er gjørt eftir lutfalli av íbúgvum í kommununum. Í fyrstu syftu kanna teir fjúrtan leiðararnir á støðunum um fíggjarligt grundarlag er fyri øktum virksemi. Um onkur kommuna ikki tekur av sínum parti av tímabýtinum, verða avlopstímarnir bodnir øðrum kommunum.

Í viðmerkingunum hjá løgtinginum til “uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2006” stendur at ætlanin er, at játtanin á løgtingsfíggjarlógini 2007 hækkar samsvarandi.

Tað er neyðugt at kommunur hava hetta í huga í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2007. Hækkingin sum í 2006 er virkin teir fimm mánaðirnar frá august til desember, verður í 2007 galdandi allar tólv mánaðirnar.

Viðmerkingarnar til lógina síggjast á leinkjuni niðast á høgra bredda: Hækkað játtan 2007.
Trýst á mál nr 1-12: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2006.


Martin Mouritsen