05-05-2006

Játtanin hækkað

Játtanin til Musikkskúlaskipanina hækkaði við einari millión fyri fíggjarárið 2006.

Triðja viðgerð í løgtinginum var 5. mai 2006 og málið er endaliga samtykt 31-0-0. Eitt samt løgting tók undir við uppskotinum frá einari samdari fíggjarnevnd.

Heidi Petersen og Torbjørn Jacobsen løgdu í mars 2006 fram sama uppskot, ið øll tingmanningin hjá tjóðveldisflokkinum legði fram í desember 2005.

Í samtyktini liggur eisini at játtanin í løgtingsfíggjarlógini 2007 verður hækkað við 2,4 milliónum.

Grundarlag er soleiðis fyri at kommunanna partur eisini hækkar við 2,4 milliónum í 2007.
Tað er sjálvboði hjá kommunum at nýta fíggjarorku til musikkskúla.

Landið hevur skyldu at býta tilfeingið javnt út á ymsu økini í landinum. Tørvurin er stórur og farið verður beinanvegin undir at seta undirvísing í gongd í samráð við leiðararnar á støðunum.


Martin Mouritsen




GG: Orðaskiftið um málið hoyrist á www.logting.fo
Málið eitur "1-12 - uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2006"