07-12-2006

Konsert í Eiðis kirkju sun 10. des

Sunnudagin 10. des., kl 20.00 hava Eiðis ljómfelag og Norðljómur konsert í Eiðis kirkju. Eftir at hava durvað eina tíð tók Eiðis ljómfelag virksemið uppaftur um jóltíðir í fjør. Vant hevur verið regluliga, og spælt hevur verið til ymisk høvi, eitt nú á musikkstevnuni í Fuglafirði. Hóast Eiði er gomul hornorkesturbygd, var hildið best at byrja aftur sum harmoniorkestur, fyri at fáa træblásararnar í musikkskúlanum við. Oddur Hentze og Ólavur Olsen, sum eru lærarar í Norðljómi, leiða orkestrið, sum í høvuðsheitum er mannað við musikkskúlanæmingum og tilkomnum spælarum í Sunda og Eiðis kommunum, umframt spælarar av Strondum og úr Lorvík. Kirkjukonsertin sunnudagin er hæddarpunktið á karrieruni higartil, og tað er ikki smávegis skrá, ið tey borðreiða við. Á konsertini skiftast orkestrið og einstaklingar úr Norðljómi at spæla. Næmingarnir, sum eru í aldrinum 13-15 ár, spæla guitar, trompet, saksofon, klarinett, floytu og orgul, og hava tey lagt serliga stóra orku í spælið seinastu tíðina. Kirkjufólkið fær eisini høvi at syngja við, tá ið orglið spælir Nú hvítna tindar hjá Grundtvig, Nebelong og Robert Joensen, og tá ið orkestrið fer at spæla Gleðilig jól. Á skránni eru mong vøkur løg, og kunnu vit nevna The Holy City hjá Stephen Adams og Happy Christmas hjá John Lennon & Yoko Ono. Endað verður við Ein stjørna lýsir á nátt hjá Tore W. Aas, sum Ingun Joensen syngur saman við barnakóri frá Norðskála-Oyrar skúla. Vónandi taka fólk væl undir við konsertini, so hon kann vera eitt afturvendandi tiltak. (Tíðindaskriv frá Norðljómi)