06-04-2005

Konsertir og kappingar

Tvær konsertir verða í Føroyum í sambandi við at tólv næmingar úr musikkskúlaskipanini fara til kappingina Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence, sum verður í Keypmannahavn 16. apríl.
Konsertirnar verða í Listaskálanum 9. apríl kl. 19.00 og í Fríðrikskirkjuni á Toftum 13. apríl kl. 19.30
Næmingarnir eru úr Havn, Gøtu, Sandi, Toftum, Runavík, Vestmanna, Oyndarfirði og Vágunum.
Luttakarar eru:
Saga Kapnas, Margit S. Mikkelsen, Høgni R. Hansen, Kristina Heinesen, Mattias Kapnas, Marita Johansen, Katrin H. Petersen, Oluf Dam, Jákup H. Lützen, Rebekka Hjørleivsdóttir, Kamilla Ravnsfjall, Josef H. Olsen
Tey spæla á klaver, violin, blokkfloytu, floytu, klarinett og bariton.
Spæld verða verk eftir:
Shostokovich Telemann
Kuliev Bach
Vivaldi Weber
Debussy Dvořàk-Kreisler
Saint-Saens
Chaminade
Rachmaninov
Tilsamans eru um hundrað vald út at vera við og føroyskir næmingar hava staðið seg sera væl, men ongantíð eru fleiri føroyskir næmingar valdir enn hesaferð.
Dagin eftir, tvs hin 17. apríl, framføra næmingarnir
á Norðuratlantsbryggjuni.