31-01-2005
Læru- og lesiætlan 2005
Martin Mouritsen
Lærarar og leiðsla byrja í januar 2005 at ráðleggja um meira nágreiniligar læru- og lesiætlanir innan musikkskúlaskipanina.
Sum kunnugt veitur musikkskúlaskipanin kvalifiseraða ljóðførisundirvísing, og vit halda at nú er komið so mikið áleiðis at rættiliga nógvir næmingar duga at handfara ljóðføri og tora at framføra tónleikastykki. Nógvir næmingar hava í løtuni gleði og gagn av at vera við í tónleiki og í samanspæli. Eisini er tað ein sannroynd at einstaklingar úr musikkskúlanum koma inn á hægri lærustovnar aðrastaðni, vinna kappingar og eru til royndir í Føroyum hjá stovni, ið nýtir altjóða metingarstig.
Tað almenna og musiska hevur tó størstan týdning í musikkskúlanum, og tað er eisini ætlanin at so skal verða framyvir.
Ella sum tað stendur um mál og virðisgrundarlag:
“Roynt verður at taka støði í einstaklinginum, og undirvísingin verður skipað soleiðis, at hon kann eggja til eitt ríkt og fjøltáttað tónleikalív á staðnum og í landinum yvirhøvur. Dentur verður lagdur á samanspæl innan siðabundnan eins og nýggjari tónleik.”
Lærarar fara tí ikki at broyta frálæruna stórvegis, men ætlanin er at áseta læruætlanir fyri hvørt ljóðføri sær. Ætlanin skal siga frá teimum málum, ið eru til hvørt stigi við ítøkiligum yvirliti yvir fakliga partin av læruni. Hetta snýr seg í mestan mun um fimi (teknikk), tónastigar (skala) og allan tann partin av fakinum sum kann mátast objektivt.
Hetta verður gjørt fyri at eggja til at tekniska støði hækkar. Ásannandi at venjingar og kunnleiki til tónarøðir eru fyritreytir fyri menning av ljóðførisspæli.
Hesin parturin er strævnari at eggja næmingum til og ofta kemur motivatiónin ikki fyrr enn ætlanir eru um víðari útbúgving.
Mál okkara er at ymsu økini verða javngóð og at vit umframt dygdargóða ljóðførisfrálæru somuleiðis veita góða frálæru í sjálvum tónleikafakinum.
Næmingar og foreldur eiga at hava møguleika fyri at gera sær eina mynd av hvat ið er møguligt og hvar tey eru stødd í løtuni.
Dur, moll og metronomtempo eru líka um allan heimin - meðan ótal av lesi- og læruætlanum eru.
Við støði í okkara egna námsyvirliti, vilja vit sum frá líður finna fram til, hvussu vit best gera eina føroyska stigaskipan..
Vónin er at fleiri næmingar fáa meira burturúr og at tað samstundis snýr seg um tað musiska og gleðina við at spæla.
við heilsan
Martin Mouritsen