Musikkskúlin   /   Kunning   /   Listaleypurin
14-12-2007

Listaleypurin

Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og kommunurnar samstarva um eina trý ára royndarverkætlan árini 2008-2010. Verkætlanin hevur fingið navnið Listaleypurin, og endamálið við henni er at geva fólkaskúlanæmingum kring landið høvi til at uppliva list á høgum stigi í ymiskum listagreinum.

Stuðul verður latin til tíggju verkætlanir um árið. Ein úrvalsnevnd, ið verður mannað við yrkiskønum, tekur støðu til umsóknirnar og kann játta kr. 10.000–40.000 í stuðli til hvørt listaverk. Tey, sum fáa stuðul, skulu í minsta lagi sýna fram listaverkini í fimm ymiskum skúlum. Bæði einstaklingar og bólkar kunnu søkja um stuðul úr Listaleypinum.

Verkætlanin skal vera á fakliga høgum stigi og kann t.d. vera ein framsýning ella ein framførsla. Umsóknin skal lýsa ítøkiligu verkætlanina, hvørjum aldursbólki, ið listaverkið er ætlað, og saman við umsóknini verður sent tilfar sum myndir, dvd, cd ella tekstur, sum úrvalsnevndin kann nýta í arbeiðinum at meta um innkomnu umsóknirnar.



Umsóknir

Í sambandi við nýskapandi verkætlan at nýtt yrkislist í undirvísingini sóknast vit eftir dygdargóðum listaverkum, sum kunnu geva børnum og unglingum listaligar upplivingar í tónleiki, sjónleiki, dansi, myndlist og virtuellari list.

Sendið umsóknir um stuðul til Norðurlandahúsið, postboks 1260, FO-110 Tórshavn, og stílið tær til Hedvig Westerlund-Kapnas, verkætlanarleiðara.

Meiri kunning um Listaleypin fæst við at seta seg í samband við
Hedvig Westerlund-Kapnas á tlf. 210125 ella á hedvig@nlh.fo.

Umsóknarfreistin er 15. des. 2007



Norðurlandahúsið í Føroyum