31-10-2007
Messing í Miðlahúsinum
Týskvøldið 30. oktober høvdu Havnar Ungdómshornorkestur og Tórshavnar Messing Kvintett konsert í Miðlahúsinum.
Tann vælljómandi messingkvintettin úr musikkskúlanum í Havn, mannað við Kenneth Jones, Karolinu Hentze, Biritu Mortensen, Niklasi Mouritsen og Regini Berg, spældi fyri fullsettum miðlahúsi. Á skránni vóru Joplin, Strauss, Sousa, Jacques og Alberg.
Á skránni hjá Havnar Ungdómshornorkestri var Siebert marsjur, Heykens serenada og nøkur føroysk songløg. Orkestrið, sum seinastu árini m.a hevur spælt konsertir í New York, San Francisco og Paris, hevur í ár fingið nakrar yngri spælarar við.
Tað eru musikklærararnir Kenneth Jones og Ólavur Olsen sum venja orkestrið.