Miðnám í tónleiki
Føroyska miðnámsútbúgvingin í tónleiki hevur sum endamál:
1) at fyrireika næmingar, ið ætla at nema tónleikaútbúgving á musikkkonservatorium - ella á øðrum hægri lærustovni.
2) at geva áhugaleikarum gott støði og at menna heimliga umhvørvið.
Útbúgvingin er fyri næmingar úr øllum landinum í aldrinum 14-25 ár - bæði klassiskt og rytmiskt.
Upptøkuroynd er á vári, við eksternari døming, og bert næmingar, ið kunnu metast at standa eina upptøkuroynd á konservatorii eftir trý ára miðnám, verða upptikinir. Næmingatalið er avmarkað til í mesta lagi 8 á hvørjum árgangi.
Tórshavnar Musikkskúli leggur miðnámið til rættis og øll undirvísingin fer fram í Havn. Í løtuni ganga íalt fimtan næmingar á fyrsta og øðrum ári. Skúlaárið 2007/2008 verða í mesta lagi 8 aftrat tikin inn. Vikutímatalið er umleið 10.
Hugsanin er, at til ber at røkja annan skúla samstundis - ella at hava annað arbeiði við síðuna av.
Umframt høvuðsljóðføri ella høvuðsfak (teori, kompositión ella hoyrilæra kunnu eisini vera høvuðsfak), eru teori, hoyrilæra, søga, kamartónleikur og improvisatión kravdar lærugreinir. Klaver er somuleiðis kravd lærugrein hjá teimum flestu.
Ársroyndir verða hildnar, og næmingurin skal prógva framstig.
Næmingagjaldið fyri eitt skúlaár er kr 2000,-, ið næmingurin rindar til Tórshavnar Musikkskúla.
Støðið er ájavnt donskum MGK-útbúgvingum. Vanliga byrjanarstøðið er ájavnt 6. stigi hjá "Associated Board of The Royal Schools of Music".
Formlig viðurskifti.
Musikkskúlaskipanin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av undirvísingini. Enn er miðnámsútbúgvingin ikki lýst í lóg ella kunngerð. Kunngerð verður væntandi lýst tá trý royndarár eru farin. At útbúgvingin verður formliga staðfest fær týdning viðvíkjandi fíggjarligum stuðuli til næmingin eins og ferðagjaldi til undirvísingarstað.
Musikkskúlaskipanin rindar í løtuni ferðing hjá næmingum uttanfyri Tórshavn.
(mynd omanfyri eftir Pablo Picasso)