10-03-2008

Miðnámsútbúgving í tónleiki

Umsóknarfreist 1.apríl 2008.

Miðnámsútbúgvingin hevur sum endamál:

1) at fyrireika næmingar, ið ætla at nema tónleikaútbúgving á musikkkonservatorium - ella á øðrum hægri lærustovni.

2) at geva áhugaleikarum gott støði og at menna heimliga umhvørvið.

Útbúgvingin
 er fyri næmingar úr øllum landinum í aldrinum 14-25 ár - bæði klassiskt og rytmiskt.

Upptøkuroynd er á vári, við eksternari døming, og bert næmingar, ið kunnu metast at standa eina upptøkuroynd á konservatorii eftir trý ára miðnám, verða upptikinir. Næmingatalið er avmarkað til í mesta lagi 8 á hvørjum árgangi.

Tórshavnar Musikkskúli
 leggur miðnámið til rættis og øll undirvísingin fer fram í Havn. Í løtuni ganga íalt 24 næmingar á fyrsta, øðrum og triðja ári.

Skúlaárið 2008/2009 verða í mesta lagi 8 aftrat tikin inn. Vikutímatalið er umleið 10. Hugsanin er, at tað skal bera til at røkja annan skúla samstundis - ella at hava annað arbeiði við síðuna av.

Umframt høvuðsljóðføri ella høvuðsfak (teori, kompositión ella hoyrilæra kunnu eisini vera høvuðsfak), eru teori, hoyrilæra, søga, kamartónleikur og improvisatión kravdar lærugreinir.
Klaver er somuleiðis kravd lærugrein hjá teimum flestu.

Àrsroyndir verða hildnar, og næmingurin skal prógva framstig.

Næmingagjaldið fyri eitt skúlaár er kr 2000,-, ið næmingurin rindar til Tórshavnar Musikkskúla.

Støðið er ájavnt donskum MGK-útbúgvingum. Vanliga byrjanarstøðið er ájavnt 6. stigi hjá "Associated Board of the Royal Schools of Music".

Formlig viðurskifti
Musikkskúlaskipanin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av undirvísingini. Enn er miðnámsútbúgvingin ikki lýst í lóg ella kunngerð. Kunngerð verður væntandi lýst tá tey trý royndarárini eru farin. At útbúgvingin verður formliga staðfest fær serliga týdning viðvíkjandi fíggjarligum stuðuli til næmingin eins og ferðagjaldi til undirvísingarstað.

Musikkskúlaskipanin rindar í løtuni ferðing hjá næmingum uttanfyri Tórshavn.

Umsóknarblað
http://musikkskulin.sansir.net/Default.aspx?pageid=6951

Umsóknarblaðið skal sendast til:

Tórshavnar Musikkskúla
Postrúm 353
FO-110 Tórshavn

Skal vera Musikkskúlanum í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2008.