17-03-2006

Musikkskúlalógin

21. februar 2006 lat Landsgrannskoðanin løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing sína, í sambandi við at løgtingsgrannskoðararnir skulu leggja landsroknskapin 2004 fyri Løgtingið til samtyktar.

Fyri hvørt málsøki er í frágreiðingini tikið samanum úrslitið av grannskoðanini av stovnum og skipanum. Frágreiðingin er løgd fyri avvarðandi landsstýrismann, og møguligar viðmerkingar frá landsstýrismanninum eru tiknar við. Í frágreiðingini er eisini víst á, í hvønn mun viðurskifti eru komin í rættlag, ið vórðu umrødd í seinastu ársfrágreiðing, ið varð latin løgtingsgrannskoðarunum 11. mars 2005.

Viðmerkingarnar frá Landsgrannskoðanini 21.februar 2006 um musikkskúlan ljóða soleiðis:

6.2 Musikkskúlaskipanin (GL 2001/2 10 9-5)
Lógargrundarlagið er Ll. nr. 69/1984 “um stuðul til musikkskúlar”, broytt við Ll. nr. 67/1996.
Í februar 2003 vístu vit á, at ósamsvar er ímillum § 1 í lógini, har ásett er, at landskassin letur
studning, og § 5, har ásett er, at landsstýrismaðurin setir lærararnar. Heldur ikki verður lógin
umsitin, sum var talan um studning úr landskassanum. Landskassin rindar allar lønarútreiðslurnar,
og kommunurnar endurrinda landskassanum 50% av lønarútreiðslunum til lærararnar
í mun til, hvussu nógvar tímar musikkskúlarnir í kommununum hava fingið tillutað.
Landsgrannskoðanin hevur áður víst á, at musikkskúlaskipanin er væl umsitin, og
umsitingin verður neyvan bíligari ella betri, verður hon løgd út til kommunurnar. Tí mæltu vit
landsstýrismanninum til at broyta lógina, soleiðis at samsvar verður ímillum praksis og allar
ásetingar í lógini.
Í februar 2003 vísti landsstýrismaðurin á, at hann hevði sett ein arbeiðsbólk, ið fyri 1. apríl
2003 skuldi koma við einum tilmæli um, hvørjar tillagingar/broytingar skulu verða gjørdar í
lógargrundarlagnum fyri musikkskúlaskipanina, soleiðis at samsvar verður millum lógina og
fyrisitingina av lógini.
Í januar 2004 kunnaði Mentamálaráðið um, at nevndin, sum skuldi endurskoða lógina um
musikkskúlar, hevði gjørt eitt fyribils uppskot um “Løgtingslóg um musikkskúlaundirvísing”.
Í desember 2004 boðaði landsstýrismaðurin frá, at nevndin, ið varð sett at endurskoða
musikkskúlaskipanina, var ikki enn komin við nøkrum tilmæli. Arbeiðið at endurskoða lógina
hevði tikið longri tíð, m.a. tí at kommunurnar og musikklærarafelagið høvdu biðið um at
sleppa við í endurskoðanararbeiðið, men roknað varð við, at nevndin fór at koma við einum
tilmæli til várs (2005). Landsstýrismaðurin ætlaði at taka støðu til, hvat skuldi verða gjørt við
málið, tá ið hann fekk tilmælið frá nevndini.
Í november 2005 hevur landsstýrismaðurin kunnað um, at nevndin er ikki liðug enn, men
roknað verður við, at eitt uppskot um broytingar kemur einaferð komandi vár (2006).