06-05-2022

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara at byrja í august 2022

Søkt verður eftir lærara at undirvísa í tvørfloytu 4,5 tímar um vikuna í Norðljómi. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2022/2023.

Meira fæst at vita hjá Martini Mouritsen, stjóra, tlf 216462 martin@uvs.fo

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst.

Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag.

Umsóknarfreist: 23. mai 2022.

Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya
att: Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri
Hoyvíksvegur 72,
FO 100 Tórshavn
martin@uvs.fo
tlf 216462
www.musikkskulin.fo