03-04-2006

Musikkskúlin nýggj høli í Vági

Musikkskúlin og Børn & Ung fáa felags hús í Vági

Í samband við verkætlanina Børn og Ung, sum er ein partur av Visjón 2010 - Menningarætlan fyri Vágs Kommunu, hevur verið arbeitt við at bøta um umstøðurnar hjá børnum og ungum í Vági

Nú er greitt, at børn og ung í Vági fáa eitt Ungdómshús. Vágs Kommuna fekk herfyri tilboð um at keypa gomlu húsini hjá Frelsunarherinum, sum Tryggingarfelagið Føroyar átti, og hevur Vágs Kommuna tikið av tilboðnum og gjørt av at keypa húsið, skrivar Suðurrás.

Ætlanin hjá býráðnum í Vági er, at Musikkskúlin og Ungdómshús skulu verða í húsinum. Sum er húsast Musikkskúlin í gomlu býráðsskrivstovuni, sum er í sera ringum standi og sum býráðið hevur gjørt av at ríva niður. Umstøðurnar hjá Musikkskúlanum í Vági verða sostatt nú væl betri, tí Musikkskúlin fær eina hædd í húsinum. Hinar báðar hæddirnar skulu børn og ung hava, og verður talan um eitt slag av ungdómshúsi. Bólkurin Børn og Ung fer at arbeiða víðari við hesum málinum, og verður helst meiri at frætta, so skjótt húsini eru endaliga yvirtikin.


c Dagfinn Olsen