12-02-2008

NORDIC FOLK CAMP við Gjógv

Um tú ert millum 10 og 18 ár, spælir eitt ljóðføri og hevur áhuga í at spæla spælimanstónleik, so er NORDIC FOLK CAMP 2008 nakað fyri teg.

Í ár verður árliga norðurlendska barna- og ungdómsfólkatónleikalegan NORDIC FOLK CAMP hildin í Føroyum 6. - 13. juli 2008.

Luttakarar verða úr teimum ymsu Norðurlondunum. Legan verður við Gjógv, har vit gista á Gjáargarði.

Lærararnir, sum umboða Føroyar, verða Angelika Nielsen, Kristian Blak, Sharon Weiss o.o. Eisini verða lærarar úr hinum Norðurlondunum.

Arbeitt verður við spælimanstónleiki úr Norðurlondum og Hetlandi, fólkadansi og føroyskum dansi. Eisini verður høvi at arbeiða við kompositión og uppseting av spælimanstónleiki. Undirvíst verður bæði eftir nótum og eftir oyranum. Ungir tónleikarar - frá byrjarum til framkomnum - eru vælkomnir, tó eigur tú at hava spælt á títt ljóðføri í minsta lagi 2 ár.

Ætlanin er, at teir føroysku luttakararnir skulu møtast nakrar ferðir og spæla/venja saman, áðrenn legan byrjar.

Avmarkað pláss er, so áhugað skulu seta seg í samband við fyrireikarnar sum skjótast.

Fleiri upplýsingar fáast frá fyrireikarunum:

Føroya Fólkatónleikarafelag (31 48 15) tutl@post.olivant.fo

Sharon Weiss(22 86 53) sharon.weiss@skulin.fo

Kristian Blak (22 50 34) info@tutl.com

Reynagøta 12, 100 Tórshavn