Nordisk Musik- og Kulturskoleunion
Dagarnar 27. og 28. september 2006 er fundur í Stockholm í “Nordisk Musik- og Kulturskoleunion”. Musikkskúlaskipan Føroya er komin við aftur í hendan felagsskap og hevur í tí sambandi eisini søkt um at gerast limur í “European Music School Union”.
Hetta seinna kemur fyri aftur á fundi í november 2006. Spurningurin í løtuni er um europeiska musikkskúlasambandið vil góðtaka at tveir felagsskapir úr sama landið eru við - um vit nú rokna Føroyar og Danmark at vera eitt og sama land.
Limir í Nordisk Musik- og Kulturskoleunion eru Damusa (Dansk musikskolesammenslutning), SMOK (Sveriges Musik- og Kulturskoleråd), Norsk Kulturskoleråd, Musiikkioppilatokset í Finnlandi, Tónlistarskólar í Íslandi og Musikkskúlaskipan Føroya. Martin Mouritsen verður við á fundinum í Stockholm.