07-10-2005

Norðljómur og Norðstreymoyar Musikkskúlar

Kommunusamanlegging er farin fram í Sundalagnum soleiðis at nakrar bygdir í norðurstreymoy nú eru í Sunda kommunu. Musikkskúlin í økinum verður tí eisini umskipaður samsvarandi.

Musikkskúlin “Norðljómur” er framvegis musikkskúli hjá Eiðis og Sunda kommunum meðan “Musikkskúlin í Norðstremoy” nú er musikkskúli hjá Vestmannar og Kvívíkar kommunum.

Í Ll nr 69 frá 07.06.1984 um musikkskúlar stendur at ein musikkskúli skal verða knýttur at eini kommunu ella einum kommunalum felagsskapi. Tað vil siga, at ein musikkskúli skal verða knýttur at einum myndugleika á staðnum - og ikki bert kann hoyra undir eitt geografiskt øki.

Kommunan setir ein leiðara á staðnum. Í lógini er ásett at næmingarnir skulu gjalda næmingagjald. Gjaldið fer til musikkskúlan á staðnum og verður eisini kravt inn av musikkskúlanum á staðnum. Upphæddin skal góðkennast av Mentamálaráðnum.