29-09-2004

Norðurlendsk ráðstevna

Ráðstevna um musikkskúlar í norðurlondum og hvussu teir eru skipaðir verður í Norðurlandahúsinum 22. og 23. oktober 2004.
Føroya Musikklærarafelag skipar fyri.
Fyrilestrahaldarar eru Bjørn Árnason úr Íslandi, ið røður um fakfelagsarbeiði, Erik Bagge úr Norra tosar um samskipaðar starvssetanir millum musikk-, studenta-og fólkaskúla.
Petur Ovi Petersen tosar um sangin í føroyska fólkaskúlanum, Alexander Krogh Plur um sigur frá samstarvi millum fólka- og musikkskúla í Norra. Svend Aaquist tosar um leiklutin hjá nýggjum tónleiki í undirvísingini, og Martin Mouritsen um musikkskúlaundirvísing í Føroyum seinastu 20 árini.
Eftir fyrilestrarnar er kjak um evnini og samandráttur verður skrivaður fyri at gera eina greiðari mynd av umstøðunum í ymiskum londunum.
Meira um ráðstevnuna á heimasíðuni hjá Musikklærarafelagnum www.mlf.fo