19-11-2004
Persónlig grein
Maud Wang Hansen hevur skrivað.
At bróta sosiala arvin og gjøgnum tónleik at vinna sær frælsi og lívsvirðir sum kunnu varða.
Tá eg fyri tíð síðani tók við uppfordringini at vera við í foreldrabolkinum sum skuldi savna inn undirskriftir frá føroya fólki til tess at vísa á onøgdina mótvegis teimum politisku avgerðinum um at skera virksemi i musikkskulaskipanini kring landið, var tað við stórum áhuga og agrýtni at eg fór undir hesa uppgávu.
Tað var stuttligt og áhugavert at møta meinigum frá so nógvum folki sum fegin vildu skriva undir, onnur valdi ikki at skriva undir, tí tey meintu at tey onkunsvegna sjálvi vóru rakt av almennum sparingum. Tað vóru tó tey allar flestu sum vildu stuðla tiltakinum frá sjálvbodnu foreldrunum.
Sum áhugabólkur vóru vit eisini ógvuliga ymisk á mangan hátt og høvdu ymiska tilgongd til tað at savna inn undirskriftir. Samd vóru vit um, at henda á ein hátt lítla sparingin, fór at hava so katastrofalar fylgir, at vit á ongan hátt kundu lata hetta fara fram osagt.
Mína persónligu hugsan førdi eg ikki framm tá, men vil fegin gera tað nú, tí eg hava eina meining um, at alt í okkara samfelag hongur saman og tað merkir, at tá politiskar avgerðir vera tiknar, fær tað eina ávirkan á meira enn bara eitt øki í lívinum hjá fólki. At musikkskúlin verur skerdur við ½ miljón, ljóðar kanska sum lítið, og at harragud, øll onnur skulu spara so hví ikki eisini musikkskúlin…..?
Um so er at sparingarnar vera framdar, fær hetta so stóra ávirkan á virksemi í skipanini at tað fyri nógv børn kemur at merkja at tey ikki sleppa inn a skúlan og at fleiri sum longu eru á skúlanum mugu vinka farvæl til læruríka og mennandi undirvísing. Fyri ein lærara á musikkskúlanum hevur tað týðning at vita um man hevur eitt starv eftir summarferiuna, tað er ein grundlegjandi trygd sum ein og hvør lønmóttakari hevur krav uppá. Tað sama skulu næmingarnir ikki ivast í um tey til heystar sleppa at fáa sína undirvísing ella ikki.
Kring allan heimin hava vit í øldir kunna hildi kríggj og anna harskap frá lívinum tí vit høvdu tónleikin. Allastaðni har fólk eru sloppin framat ljóføri og hava fingið møguleikan at spæla saman við ørðum ella sjálvi, er tónleikur spældur. Summa staðni hevur tonleikurin veri so stór hóttan fyri teir ráandi, at man beinleiðis hevur forða tónleikarum at sleppa at spæla og fólki at syngja ávísar sangir.
At man skal vera úr einum heimi við klaveri og at tað bert eru ávís útvald ið sleppa at spæla tonleik i Føroyum er eitt av teimum útsagnunum eg havi møtt hesa tíðina. Hetta er fyri mær at sýggja aftur ein avleiðing av teimum longu bíðilistunum, ið børnini eru uppskrivað á áðrenn tey kunnu sleppa inn í musikkskúlaskipanina.
Tað er sann roynd, at tá eitt barn er motiverað fyri at læra kemur mest burturúr, tá man so ímyndar sær at eitt barn skal standa uppskriva á einum býðilista í kanska trý ár, ja so kann ein og hvør siga sær sjálvum, at vandin fyri at motivatiónin er heilt ella partvís horvin meir enn so er til staðar.
Vit hava hoyrt, at børn ið spæla ljóðføri og læra at lesa nótar eisini klára seg betri á bókliga økinum í skúlanum, hetta er fyri mær aftur eitt úttrykk fyri at motivatiónin er til staðar og at hon verur ment gjøgnum nýggjar avbjóðingar.
Hugsar man um samfelagsliga tilfeingi, so eiga vit í Føroyum nógvar góðar og sera ágrýtnar tónleikarar, ungar sum eldri. Í ørðum londum gera menn rokniskap yvur hvat fólk duga í samfelagnum, tvs man ger upp ein humankapital yvur hvussu stor mongdin er av vitan og tilfeingi í samfelagnum, hetta verur sett upp eins og økonomiskur rokniskapur. Vit vildu í Føroyum kunna staðið framm sum eitt satt ríkland um tað var musiska tilfeingi vit voru mett útfrá, tað haldi eg vert at hugsa um.
Fyri at venda aftur til tað eg vildi siga við hesi greinini, so eri eg ikki úr einum heimi við klaveri, heldur ikki míni børn eru tað, tey hava í áravis staðið á bíðilistanum til musikkskúlan og sluppu endiliga inn í musikkspælistovuna. Spælistovan kravdi ongan forkunnleika innan tónleik, men var við til at kveikja áhugan og forvitni hjá børnunum. Har lærdu míni børn at gera nyttu av tónleiki og rørslum og at kasta av sær sorgbundnar løtur. Seinni eftir aftur at hava staðið á býðilista sluppu at velja sær eitt ljóðføri at spæla uppá, ikki eitthvørt ljóðføri men tað sum møguleiki var fyri, har var nevniliga eingin møguleiki fyri at velja klaver. Kontrabass og violin, vóru teirra væl, aftaná summarferiuna, er hesin møguleikin kanska heldur ikki til staðar fyri tey sum leingi hava staðið á byðilista.
At sýggja míni børn gleðast og sjálvi skapa gleði við tónleikinum, er so stórt fyri mær, at eg dugi ikki at siga tað í orðum, tí tað er eingin sjálvfylgja í Føroyum í dag, at børn eiga ommur og abbar at vera hjá og fáa upplivingar frá sum eingin skúli kann geva. Summi eiga í veruleikanum ongan annan enn sína mammu ella pápa ofta ikki eingong bæði og tá er lívið tungt og tað er trupult ikki at bera ein tungan sosilan arv við sær. Í veruleikanum er tað rættiliga strævi at bróta burturúr einum tungum sosialum umhvørvi, ein hevur lindi til at gera tað sama sum tey sum vóru frammanundan.
Tá eg gekk í fólkaskúla fingu vit tilboð um at spæla ymisk ljóðføri ókeypis og sum ein partur av skúlatíðini, hetta førdi meg uppum mangan høgan tind og gjøgnum mangan djúpan dal uttan at fara meira inn í detaljur, so gav hetta mær dirvi til at ganga arðar leiðir enn vantast kundi. Eg fann eina gleði við at spæla tónleik og geri tað framvegis, hóast eg einki heiðursmerki havi fingið fyri tað, so eigi eg sjálv gleðina og møguleikan fyri at flyta meg úr tungum trupuleikum og at koma ígjøgnum mangar einsamallar løtur við hjálp at tónleikinum.
Hendan møguleika hava míni børn eisini fingið og dótturin hevur sungið og innspælt eina fløgu við barnayriknum og hevur umframt hetta verið við í sangleikinum Jósef. At hon nú er við í barnakórinum sum Sigrid Sivertsen leiðir, hevur givið henni so nógv og er við til at hon í dag torir at taka avbjóðingar sum hon ikki setti seg føra fyri fyrr. Umframt hetta spælir hon violin, og tað er staks verri tí tað krevur ein heilt annan førleika og nógva venjing, sum tekur tíð hjá foreldrum at vera við í. Sangurin krevur bert at hon møtir upp og hevur áhugan og dirvi. Tær nytist ikki at duga væl at lesa ella á annan hátt at vera frammaliga í skúlahøpi fyri at syngja, men tú kanst vera heppin og fáa tann førleikan afturat.
Í føroyska samfelagnum vísa við ikki børnunum stóra virðing sum nú er, tá eitt barn er fari í skúla og hevur gingið fyrsta flokk liðnan er tað yvurlatið til sín sjálvs eftir skúlatíð. Tað eru sum áður sagt børn sum ongan hava at vera hjá í frítíðini, tey hava ein lykil hangandi um hálsin og skulu læra seg sjálvi at fáa innihald í gerandisdagin inntil mamma kemur frá arbeiði. Ítróttin er ein møguleiki hjá børnum at fara til, tað vil siga um tey ikki eru illa fyri kroppsliga og orka tað, itróttin fær dyggan stuðul og eitt stórt arbeiði verur lagt í at menna hana. Tað er gott og tað hevur hjálpt nógvum børnum og ungum burturúr at dragast við sosialar trupuleikar. Musikkskúlin hevur tað afturat sær, at um tú ert fjølbrekað er tað eingin forðing fyri at vera við í tónlieki, tað hava i sæð.
Fyri at minna á hvørjar hóttanir liggja í sparingini, vil eg her seta upp hvat Sunnleif Rasmussen legði framm á foreldrafundinum:
1. At læraratímarnir vera munandi skerdir
2. At kontrabass- og obotímarnir fella burtur
3. At bíðilistin til klaverundirvísing verður longri
4. At virksemi í musikkspælistovuni verður skert
5. At barnakórið væntandi verður skorið burtur
Eg vil við hesum vóna, at onkur sum lesir hesar mínar tankar, kann gera okkurt munagott fyri at vit ikki skulu uppliva at ein góð søk fyri at verja børn og ung í føroyska samfelagnum, verur brúkt til politiskt runukast, tí tá gloyma vit hvar alt byrjaði og fara heldur at klandrast um hvør hevur mestan rætt.
Við vón um eina jaliga loysn í málinum ynski eg øllum eina góða ólavsøku.
Maud Wang Hansen
Mamma.