23-01-2009
Prógv verða handað
Øll sum stóðu roynd í ljóðførisspæli hjá “Associated Board of the Royal Schools of Music” fáa prógv í februar 2009. Vit senda prógvið til læraran, sum handar næminginum tað.
Á summum plássum verður skipað fyri felags handan har næmingarnir eisini spæla eina styttri konsert.
Hesi prógv eru fyri ljóðførisroyndirnar, sum vórðu hildnar í november 2008.
Tilsamans 54 næmingar stóðu royndirnar, ið fevndu frá nýbyrjararoynd, 1.-8. stigaroyndir og til ABRSM prógv.
Royndir verða aftur í november 2009, og nótar eru longu nú at fáa.
Tónleikur til royndir (tann grøna skráin er stigaroyndin 1-8):
http://www.abrsm.org/?page=exams/index.html
Martin Mouritsen
tlf 216462