Royndirnar verða 21.- 24. november
Royndirnar hjá ABRSM verða hildnar í Havn og tað verður Miss Jane Gregson, ið verður próvdómari.
83 hava meldað til og 26 teirra á stigunum 5 til 8.
Tilrættislegging.
Klokkutíðir verða lagdar í løtuni. Tit ið skulu ferðast til Havnar, mugu siga okkum nær tað liggur best fyri at koma til royndina.
Tónastigar.
Í skalaspælinum skal eisini verða musikkur, soleiðis at skilja at klangur og javnt spæl verður mett at vera gott. Ymisk tempi eru á skalaspælinum á ymsu ljóðførunum, og ein vegleiðandi ætlan er á leinkjuni “Tempo skalaspæl ABRSM” - á høgra bredda. Hygg á síðu 32 og 33.
Lurtiroynd.
Hoyrilæruroynd er ein partur av royndini. Á leinkjuni “Hoyrilæruroynd ABRSM” á høgra bredda sært tú hvat ið skal venjast til hvørt stigið.
Blaðspæl.
At lesa frá blaðnum skal eisini venjast javnt og samt- alt árið. Til royndina verður tú biðin at venja eitt stutt stykki í ein hálvan minutt, og so royna at spæla tað ígjøgnum. Royn at spæla stykkið ígjøgnum, far víðari - og heldur fara spakuliga fram enn afturumaftur.
Viðmerkingar frá dómaranum.
Royndin er til fyri at næmingurin skal fáa nakað at vita. Viðmerkingar koma beint eftir at allar royndirnar eru lidnar. Tá er sera neyðugt at lærarin (ella onkur annar) týðir tað, sum dómarin hevur skrivað. Tað hevur víst seg, at dómarin skrivar sera nágreiniliga um hvørt stykki sær og hvat hann heldur kann gerast betur. Vanliga kemur dómarin ikki við ljóðføristekniskari vegleiðing, men heldur kemur hann/hon við eini musiskari meting um klang, rytmu, musikalitet, dynamikk (hart og veikt) og tempo (ferð), altso einari samlaðari meting av avrikinum.
Spyr.
Um tú ivast í onkrum, kanst tú ringja til Martin Mouritsen á tlf 216464.