Skeið við Johan Hentze
Fríggjadagin 9. november kl 18 heldur Johan Hentze skeið fyri messingnæmingum í musikkskúlanum.
Skeiðið verður hildið í Tórshavnar Musikkskúla, og øll kunnu lurta.
Johan byrjaði 9-ára gamal at leika á trompet í musikkskúlanum í Fuglafirði. Hann hevur nomið sær útbúgving á Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow.
Lærarar hansara hava verið Nigel Boddice, Iain Muirhead og John Gracie. Hann hevur lokið undergraduate-prógv og er júst nú í ferð við at taka solist-prógv hjá Peter Franks.
Umframt lesnaðin hevur Johan luttikið á master-classes við m.a. John Wallace, Håkan Hardenberger og Ole Edvard Antonsen.
Johan er virkin bæði í Skotlandi og í Føroyum. Umframt at leika regluliga við Føroya Symfoniorkestri, so gjørdist hann fastur limur í úrmælingabólkinum Aldubáruni fyrr í ár.
Johan Hentze vann eisini Royal Scottish National Orchestra Apprenticeship Scheme.
Øll eru vælkomin at lurta eftir verkskeiðinum í Tórshavnar Musikkskúla.