03-05-2007

Skúlaorkestur við á stevnu

4. og 5. mai, báðar dagar kl 14, skipar Havnar Hornorkestur fyri árligu musikkstevnuni fyri horn- og harmoniorkestur. Konsertirnar vera í høllini á Læraraskúlanum í Havn.

Stevnan hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 1966. Orkestrini skiftast um at skipa fyri stevnuni, og í ár er tað Havnar Hornorkestur, sum er vertur.
Í ár verður stevnan hildin yvir tveir dagar – fríggjadagin (dýra biðjudag) og leygardagin. Orsøkin til tað er, at Havnar Hornorkestur í ár hevur bjóðað øllum ungdómsorkestrunum við eisini. Tey eru sjey í tali, og tey fara at hava sínar konsertir seinnapartin fríggjadagin. Tey eru Norðljómur, Ungdómsorkestrið í Vágum/Vestmanna, Gøtu Ungdómsorkestur, Ælabogin, Klaksvíkar Ungdómshornorkestur, Látipípan og Havnar Ungdóms Hornorkestur.
Tey ”eldru” orkestrini fara at framføra sínar konsertir seinnapartin leygardagin. Tey eru átta í tali. Tey eru Havnar Hornorkestur, Eiðis Ljómfelag, Sørvágs Tónleikarafelag, Fuglafjarðar Hornorkestur, Klaksvíkar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikfelag, Tvøroyarar Hornorkestur og Harmoniorkestrið GHM. Hvørt orkestur fær 15 minuttir til sína konsert.
Konsertirnar báðar dagarnar byrja kl. 14 og tær verða sum nevnt í høllini á Læraraskúlanum í Havn.