17-11-2014
Søkja eftir lærara
Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara at undirvísa 5,5 tímar um vikuna í klaveri í Norðstreymoyar Musikkskúla og 1,5 tíma um vikuna í sangskriving í Tórshavnar Musikkskúla.
Setanin verður galdandi tíðarskeiðið 1. desember 2014 - 26. juni 2015.
Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag.
Umsóknarfreist: 27.11.2014.
Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:
Musikkskúlaskipan Føroya
att: Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn
martin@mmr.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo