STELLA POLARIS 2015
Aftur í ár verður skipað fyri kappingini Stella Polaris, sum vendir sær til ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping.
Stella Polaris er nýtt fyribrigdi í føroyskum tónleikalívi, og kappingin varð á fyrsta sinni hildin februar 2014.
Kappingin gevur rásarúm fyri menning hjá musikalskum evnaríkum ungum, ið spæla klassiskan tónleik.
Við at seta sjóneykuna júst á hetta økið, ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið,
at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd
og at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild.
Stella Polaris 2015, verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 20. og 21. februar, og verður stuðlað av Eik Banka.
Kappingin er skipað í trimum aldursbólkum, upp til 13 ár, frá 14 til og við 18 ár og frá 19 til og við 24 ár
Í dómsnevndini eru 5 limir: ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrarar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking.
Framyvir verður kappingin annað hvørt ár, næstu ferð á vári 2017.
Tilmelding og nærri kunning um kappingina 20.og 21. februar 2015, fæst á heimasíðu Tórshavnar Musikkskúla www.tm.fo
Tilmeldingin er opin fram til 1. desember 2014 kl. 13.00