Summarið 2006
Vit ynskja øllum, næmingum, lærarum, leiðarum og viðskiftafólki annars, eina góða summarferiu og takka fyri samstarv farna skúlaár.
Í gerandisdegnum samstarva vit við skúlar, einstaklingar og tónleikafeløg, alt innan ásettu lógarkarmar.
Innihaldið í musikkskúlanum vil framhaldandi verða at ríka um hjá hvørjum einstøkum eins í felagsskapinum, og hetta verður gjørt í undirvísing, venjing, samanspæli, konsertum og ferðum.
Mint verður á, at til ber hjá næmingum at fara til royndir, bæði heimagjørdar og eftir altjóða leisti.
Annað árið á miðnámi fer nú í gongd við 8 næmingum. 16 næmingar ganga frá august 2006 á hesari trý ára tónleikaútbúgving, ið sjálvsagt hevur til endamáls at hækka heimliga støðið. Eftir lokið miðnám væntast næmingurin at klára upptøkuroynd á konservatorium.
Musikkskúlin fylgir árinum hjá fólkaskúlanum og byrjar aftur mánadagin 14.august 2006.
Vit eru at hitta - í summarferiuni á tlf +298 216462
við heilsan
Martin Mouritsen