12-02-2007

Teir tveir felags frídagarnir 2006/2007

Skúlaárið í musikkskúlanum fylgir fólkaskúlanum. Í rundskrivi stendur, at í skúlaárinum 2006/2007 verða 2 dagar til taks, ið skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídagar. Av tí at fólkaskúlarnir runt landið leggja frídagin ymiskar dagar, kann tað elva til trupulleikar í undirvísingini hjá musikkskúlalærarum. Vit áseta tí at tann fyrri felags frídagurin verður týsdagin 19.desember 2006 og hin seinni verður fríggjadagin 18.mai 2007. Um so er, at ein skúli ella lærari heldur vil nýta annan frídag, kunnu lærari og leiðari á staðnum gera avtalu um tað. Rundskrivið í fullari longd sæst á høgra bredda "frídagar 2006/2007". Har sæst somuleiðis nær ið fólkaskúlin hevur royndir - og tað er eisini neyðugt at at hava í huga.

Rundskriv um frídagar 2006/2007