Musikkskúlin   /   Kunning   /   Til Avstralia
26-06-2005

Til Avstralia

Føroyskt ungdómsorkestur til Avstralia.
 
Í morgin 27.juni fer Ungdómsorkestrið hjá Musikkskúlanum í Vágum á konsertferð í Perth í Avstralia. Tey vera har fram til tann 15. juli. 
 
Tað er Martin Pollard, leiðari fyri Musikkskúlan, sum hevur fingið ferðina í lag. Martin Pollard hevur nevniliga havt eitt ávíst samstarv við tónleikarar í Perth. 
 
Ungdómsorkestrið hjá Musikkskúlanum í Vágum er eitt harmoniorkestur. Limirnir í orkestrinum eru millum 12 og 21 ár. Leiðari er Steven R. Foggin, tónleikalærari. Eirikur Skála og Joan Joensen hava eisini verið í venjingini. 
 
Ungdómsorkestrið skal hava átta konsertir ymsastaðni í Perth og Fremantle.
 
© Hans Kárason Mikkelsen - Sosialurin