21-08-2018
Tilmelding til ABRSM ljóðførisroynd í november 2018
ABRSM-royndir verða í síðstu viku í november 2018.
Tilmeldingarfreistin er 14. september.
Vinaliga brúka hetta skjalið sum tilmelding:
Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til Martin Mouritsen
á tlf 216462 ella martin@mmr.fo
á tlf 216462 ella martin@mmr.fo
Frágreiðing um roynd og meting
Royndir og metingar
Næmingar kunnu fara til próvtøku ella meting hjá Associated Board of the Royal Schools of Music. Próvdómari kemur higar frá enska stovninum Associated Board of The Royal Schools of Music í London. Royndirnar í ljóðførisspæli og sangi verða hildnar í Føroyum í november, og tulkur er til staðar.
Associated Board-próvtøkur
Næmingar tekna seg sjálvbodnir, og støðutakan eigur at verða tikin í samráð við lærara so at tíð er til fyrireiking.
Endamál við royndunum
Royndirnar geva næmingum møguleika at seta sær mál, og at fáa eina óhefta og professionella próvdøming eftir altjóða stigi. Prógv verður givið tá ið royndin er staðin. Til próvroyndirnar (grade 1-8) er minsta krav 100 stig av 150 møguligum stigum.
Til ummælisroyndina "Preparatory Test " verður eitt skrivligt ummæli handað beinanvegin. Í "Performance Assesment" fæst ein leiðbeinandi samrøða við próvdómaran eftir framførsluna - og skrivligt ummæli verður handað.
Ummælisroyndir eru soleiðis skipaðar:
"Preparatory Test" er ein fyrireikandi roynd fyri byrjarar. Skrivligt ummæli verður givið beinanvegin. Øll standa hesa royndina, tí endamálið er bert at fáa nakað at vita.
"Performance Assessment" er fyri øll eldri enn 21 ár, bæði byrjarar og yrkisleikarar, sum ynskja eitt óheft og professionelt skrivligt ummæli beinanvegin, og eina samrøðu við próvdómaran. Talan er ikki um at standa royndina, men at fáa eitt ummæli.
Próvroyndir eru soleiðis skipaðar:
Stig 1, 2, 3, 4, og 5 royndirnar eru skipaðar soleiðis:
• Næmingurin spælir trý sjálvvald stykkir av ABRSM lista, ið hann hevur lært seg frammanundan.
• Næmingurin spælir teir tónastigar (skalair) og tríljómar (arpeggios), sum standa í ABRSM skránni.
• Næmingurin spælir eitt stutt stykki, sum hann ikki hevur sæð frammanundan. Næmingurin sleppur at venja hetta stykkið í ein lítlan minutt áðrenn hann verður biðin at royna at spæla tað.
• Næmingurin verður biðin at klappa antin pulsin ella melodi-rytmuna meðan próvdómarin spælir á klaver.
Næmingurin skal leggja til merkis, meðan hann klappar, um stykkið gongur í 2, 3 ella í 4 sløgum í taktini, og síðan siga hvat hann heldur.
• Próvdómarin spælir ein stuttan setning fyri næminginum tvær ferðir. Næmingurin verður biðin at syngja ella murra tað sama beint eftir at dómarin er liðugur - sum ekkó.
• Á hægru stigunum verður næmingurin biðin at syngja nakrar tónar eftir nótum. Próvdómarin spælir fyrsta tónan og spælir eisini rætta tónan, um næmingurin fer skeivur.
Hesar royndirnar vara umleið 12 - 16 minuttir.
Hægri enn 5.stig
Fyri at sleppa til roynd í ljóðføri ella sangi í 6., 7., og 8. stigi, skal næmingurin hava staðið skrivligu teoriroyndina 5. stigi. (sí niðast á síðuni)
Hægri enn 8.stig
Diplom, Licentiate og Fellowship
8. stig skal vera staðið ella skal ein kunna vísa til samsvarandi førleika á annan hátt fyri at tekna til. Royndirnar svara til ávikavist 1. ár á konservatorii, 3. ár á konservatorii og loknað konservatoriiútbúgving.
Teoriroyndir
Skrivligar royndir í musikkteori eru í juni. Royndirnar eru á enskum og undirvísingartilfar er somuleiðis á enskum.
Fyri at kunna fara til roynd í ljóðførisspæli á hægri stigi enn 5. stigi, skal teoriroynd á 5. stigi vera staðin.