03-04-2008

Tveir felags frídagar

Skúlaárið í musikkskúlanum fylgir fólkaskúlanum. Í hesum skúlaárinum eru 2 dagar til taks, ið skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídagar. Av tí at fólkaskúlarnir runt landið leggja frídagin ymiskar dagar, kann tað elva til trupulleikar í undirvísingini hjá musikkskúlalærarum. Vit áseta tí, at tann fyrri felags frídagurin í musikkskúlanum verður hósdagin 17.apríl og hin seinni verður týsdagin 13. mai 2008.

Um so er, at ein skúli ella lærari heldur vil nýta annan frídag, kunnu lærari og leiðari á staðnum gera avtalu um tað.

Rundskrivið í fullari longd sæst niðanfyri, og her sæst somuleiðis nær ið fólkaskúlin hevur royndir.

Rundskriv um frídagar 2007/2008


Martin Mouritsen