12-04-2007

Upptøkuroynd 18.-21. mai 2007

Miðnámsútbúgving.
Umsóknarblað til miðnámsútbúgving liggur á vinstra bredda undir "skjøl". umsóknarfreist er fríggjadagin 27. apríl 2007.

Tórshavnar Musikkskúli byrjaði í oktober 2005 3-ára útbúgving á miðnámsstøði fyri framkomnar næmingar.

Næmingar í aldrinum 14-25 ár kunnu søkja at koma inn á hesa útbúgving. Tó kunnu undantøk verða í einstøkum førum. Næmingar skulu vísa serstøk evni og metast at lúka upptøkukrøv til lærdan tónlistaskúla eftir loknað 3-ára skúlagongd.

Møtiskylda er til alla undirvísing. Um næmingur ikki vísir nøktandi framgongd, endar skúlagongdin á miðnámskeiðinum.

Tilboðið er fyri øll ljóðføri, klassisk og rytmisk.

Vegna hækkaða játtan frá Musikkskúlaskipanini kunnu allir næmingar søkja – eisini næmingar, ið ikki eru búsitandi í Tórshavnar Kommunu.

Gjaldið fyri eitt skúlaár er kr. 2.000,-

Próvdómarar, saman við teim av leiðsluni settu faklærarum, døma til upptøku- og støðuroyndina og endaligu próvtøkuna. Próvtøka er eftir 3 ár. Prógv verður handað.

Ætlanin er, at taka inn 8 næmingar afturat at byrja 15. august 2007.

Undirvíst verður, umframt í egnum ljóðføri, í klaver sum hjálærugrein, saman- og orkesturspæli, teori og hoyrilæru og í øðrum lærugreinum, tengdar at tónleikaframførslu.

Skúlagongdin verður løgd tilrættis við atliti at tí einstaka næminginum.

Endamálið við hesari útbúgving er, at geva gávuríkum og framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð og lutvíst at nøkta tørvin á einari hollari grundútbúgving til áhugaleikarar.

Upptøkuroynd verður 18.-21. mai 2007. Upptøkuroyndin, sum varir í umleið 25 min., verður skipað soleiðis:

  • Næmingurin framførir tvey styttri verk á egnum ljóðføri. Verkini eiga at vera við ymiskum lyndiseyðkenni
  • Roynd í blaðspæli
  • Roynd í hoyrilæru (praktisk/munnlig)
  • Roynd í skalaspæli
  • Fyri rytmiskar umsøkjarar, eisini improvisatión og gehørspæl

Skúlin útvegar klaverfylgispælara. Avtala skal gerast við skúlan um hetta, tá ið umsóknarbløðini verða latin inn. Nótatilfar hesum viðvíkjandi, skal samstundis latast skúlanum.

Til umsøkjarar, ið søkja upptøku við rytmiskum ljóðføri, útvegar skúlin, um neyðugt, samanspælsbólk. Umsøkjarar kunnu tó hava egnan bólk við.

Skúlin boðar umsøkjarum frá nær tey skulu møta.

Freistin at lata inn umsóknarbløð er fríggjadagin 27. apríl 2007 .

Umsóknarbløð fáast við at venda sær til skrivstovu skúlans á Frúutrøð 1, tlf 302470.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Bo Isholm, leiðari, tlf. 218250.