21-12-2005

Úr løgtinginum

Atkvøðurnar á jøvnum.

Tá løgtingsfíggjarlógin fyri 2006 varð samtykt týsdagin 20.desember vantaði ein atkvøða í at Musikkskúlaskipanin fekk eina hægri játtan á kr 2,5 mió. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni varð 16-0-16.

Hóast broytingaruppskotið frá átta tjóðveldistinglimum til fíggjarlógina 2006 ikki varð samtykt, kann undirtøkan frá løgtingslimunum lesast sum ein góður vilji mótvegis Musikkskúlaskipanini. Um uppskotið varð samtykt, høvdu umleið 650 fleiri næmingar verið í skipanini í 2006.


Niðanfyri sæst uppskotið sum tinglimirnir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen og Karsten Hansen løgdu fram.


7.23.5. Fólkaupplýsing

23.5.10. Musikkskúla(Rakstrarj.)
Uppskot: 7.583 -
Broytingaruppskot: +2.500 -

Viðmerkingar:
Mett verður, at tað er rætt at styrkja um støðuna hjá musikkskúlunum, og mælt verður tí til at hækka játtanina við 2,5 mió.kr.


á www.logting.fo ber til at hoyra orðaskiftið undir 3. viðgerð. Eisini eru atkvøðugreiðslurnar fyri einstøku málini at síggja.