Urguleikarafelagið STATUS 2008
Kut úr ársfrágreiðing:
Urguleikarafelagið bleiv stovnað fyri 5 árum síðani við tí endamáli at menna tónleikin í kirkjuni. Felagið hevur samstarv við Musikkskúlan og í løtuni eru 6 lærarar í urguspæli, sum geva frálæru í øllum økjum í landinum.
Teir 6 lærararnir í musikkskúlanum geva frálæru í urguspæli í hesum økjum:
Norðoyggjar: Petur Martin Johannesen
Streymoy, Eysturoy: Ann Kristin Nilsson
Eysturoy: Heðin Kambsdal
Suðurstreymoy, Sandoy: Gudmund Mortensen
Suðuroy, Suðurstreymoy: Lars Mensonides
Vágar: Cindy van der Leden
Arbeiðið, at kanna møguleikarnar fyri at taka urguleikaraprógv í Føroyum á ymiskum stigum, er í gongd.
Vit miðja ímóti, at flestu urguleikarar í Føroyum um eini 2-3 ár hava tikið eitt urguleikaraprógv á grundstigi.
Urguleikaraútbúgvingin fevnir um tvey høvuðsøki, urguspæl og sang. Sum tey flestu vita, hevur mentamálaráðharrin og fleiri við honum verið frammi við ynskjum um at menna sang okkara í skúlum.
Vit eru sera veik á sangpedagogiska økinum í Føroyum. Vit mæla til at tónleikalinjan á læraraskúlanum verður ein sangpedagogisk útbúgving. Førleikakrøvini til at koma inn á hesa linju skulu herðast. Linjan skal vera opin fyri aðrar bólkar t. d. urguleikarar og lærarar í Musikkskúlanum.
vegna nevndina í Urguleikarafelagnum
Jens Mortan Mortensen, formaður.
Orgel Park í Amsterdam