Úrslit frá ABRSM royndunum
Lærarar, ið høvdu næmingar til ABRSM roynd, fingu í dag úrslitini og bera tey víðari til næmingin. Pappírið “Examination Mark Form” er ætlað at gjøgnumganga við næmingi/foreldrum.
“Examination Mark Form” er ein meting í tølum - og ein tekstur sum sigur hvat próvdómarin metir.
Eitt diplom kemur seinni og tá er møguleiki at skipa fyri handan - ynskir lærari/skúli tað.
Og so til nakað annað. Næstu ferð verður als ikki loyvt at hava kopi av nótum inn við til royndirnar, men bert originalar. Allar royndir verða í egnaðum hølum við temperaturi, ljósi, luft, væl stemmaðum klaveri og tulki.
Fyri at melda til roynd á hægri stigi enn fimta, skal teoriroyndin á 5.stigi vera staðin. Freist at melda til teoriroynd er 6. januar 2006 (roynd 1. mars 2006).
Á www.abrsm.org finnur tú allar upplýsingar um stykki, nótar, hoyrilæru, bólkaroyndir osfr.
Er okkurt at spyrja um, skalt tú ikki halda teg aftur, men seta teg í samband við meg.
við heilsan
Martin Mouritsen, leiðari á tlf 216462